Klippfisk skipar í ár fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri níggjundu ferð. Fyri einari viku síðan fluttu tólv tannáringar til Nólsoyar at læra at gera film.

Filmarnir, sum eru framleiddir á Nóllywood, verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy sunnudagin 8. juli kl. 17. Ternan siglir úr Havn kl. 16:20 og aftur til Havnar kl. 19:25.

Øll eru hjartaliga vælkomin.