Flogfisk
Flogfisk er fyrsti filmskúli Føroya. Skúlin hevur sum endamál at stuðla ungum filmsáhugaðum við at menna teirra førleikar innan filmsgerð. Næmingarnir fáa undirvísing frá royndum lærarum innan leikstjórn, klipping, upptøku, leikrit, ljóð og framleiðslu.
Skúlagongdin er eitt ár til longdar - og alt er púra ókeypis!
Undirvísing er eina ferð um vikuna á kvøldi, og harumframt verða nakrar verkstovur í vikuskiftunum. Hetta ger tað møguligt at lesa ella arbeiða við síðuna av. Næmingarnir framleiða ein film til jólar og ein endafilm á sumri. Filmarnir verða vístir í Havnar Bio.
Undirvísingin fer fram í hugnaliga hølinum hjá Klippfisk í miðbýnum í Havn. Her er biografur og klippiútgerð. Professionel kamera og ljósútgerð verða nýtt til filmsframleiðslurnar.
Stigtakari til filmskúlan er Gorm Just, sum hevur gingið á Super 8 filmskúlanum í Aarhus og vildi skapa eitt líknandi tilboð í Føroyum. Skúlin er eitt átak í samstarvi við Klippfisk og Filmshúsið.
Heimasíða: www.flogfisk.fo