Nóllywood 2025 - Filmskúli fyri ung
Ert tú millum 14 og 18 ár, og hevur tú hug til at læra at gera film? So mást tú melda teg til Nóllywood, sum er árliga filmslegan fyri ung, sum eru áhugað í filmi. Nóllywood 2025 verður 11.-19. oktober í Nólsoy.
Síðani summarið 2010 hevur filmsummarskúlin Nóllywood verið afturvendandi tiltak. Nóllywood er eitt filmsskeið fyri ung í aldrinum 14 til 18 ár.
Luttakararnir búgva og arbeiða saman í heili 9 dagar á lítlu oynnu Nólsoy, stutt eystanfyri Tórshavn. Tey fáa teoretiska og praktiska frálæru í filmsgerð og møguleikan at gera smáar filmar í felag og enda við einari størri verkætlan við royndum leikarum. Ikki minst verða sterk vinabond knýtt hesa vikuna, ið sæst aftur í samstarvum tey skapa, eftir Nóllywood er lokið.